Í sambandi við brúdleyp á Hotel Føroyum skuldi eg hesuferð í holt við 23 borðprýði, umframt prýði at leggja framman fyri brúðrina.

Brúðurin hevði valt bláar rósur.

Eg hevði valt at gera prýðini long og smøl, tá tað ikki var so nógv pláss á mittuni á borðunum.

Fór oman í 2x3 og fekk teir at skera mær 23 long brettir, ið eg so klæddi við “Blómuklistri”.

Tilfar, ið eg annars brúkti at prýða við:

“Blómuklistur”
Bláar rósur
“Gras”
Lime fruktir
Heitt lím
Stáltráð